Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB byrjar at líkjast einum havnarliði

Jákup Ósá

Liðið sum seinastu árini í stóran mun hevur verið mannað við bygdarmonnum verður mest sannlíkt eitt meira ‘lokalt’ HB lið komandi ár, enn vit hava sæð í nógv ár.

Tað ljóðar ótrúligt, men HB kann fara at vera millum mest ‘lokalu’ liðini í Effodeildini í 2016. Ein nýggj støða hjá einum havnarfelagi, har størsti parturin av uppstillingini seinastu árini hevur havt sín uppruna í øðrum feløgum.

Taka vit HB hópin í 2015, so høvdu 11 av leikarunum í hópinum sín uppruna í øðrum feløgum. Men hetta talið fer at lækka nógv í 2016. Tí greitt er, at eitt nú Fróði Benjaminsen, Alex dos Santos, Rógvi S. Holm, Heini Vatnsdal og Símun Samuelsen vera ikki við HB í 2016 og stórt ivamál er, um Levi Hanssen og Arnbjørn T. Hansen koma á vøllin fyri HB í 2016.

Tí kann tað henda, at einastu leikararnir uttanífrá hjá HB komandi ár eru:

Teitur M. Gestsson

Jóhan T. Davidsen

Adrian Justinussen

Poul Ingason (ikki váttað enn)

Afturat hesum eru onkrir ungir leikarar uttanífrá, sum møguliga kunnu fáa nakrar minuttir, men sum neyvan væntast stóran leiklut.

Hóparnir kring landið eru ikki endaliga komnir uppá pláss, men um HB bara hevur fýra leikarar uttanífrá komandi ár og vit taka útgangsstøðið í 2015 fyri, hvussu nógvar leikarar ymisku liðini hava uttanífrá, so verður HB við hesum eitt av teimum liðunum, ið hevur fæst leikarar uttanífrá. Tískil fer HB at líkjast einum havnarliði, har størsti parturin av einum hópi uppá 20-22 leikarar, ið vanliga koma á vøllin eitt kappingarár, eru uppruna HB leikarar.

Leikarar sum hava fingið spælitíð í HB og sum ikki hava sín uppruna í HB seinastu árini:

(2016: 4 (?) )

2015: 11 leikarar

2014: 14

2013: 10

2012: 10

2011: 13

2010: 13

2009: 10