Men veddingarfyritøkurnar hava eisini B36 og NSÍ sum rímiliga greiðar favorittar.
Men veddingarfyritøkurnar hava eisini B36 og NSÍ sum rímiliga greiðar favorittar.
Seinnapartin verður 6. umfar í Effodeildini. Veddingarfyritøkurnar eru komnar við sínum oddsum uppá dystirnar. Ikki óvæntað er HB nógv størsti favoritturin hetta umfarið. HB gevur bara pengarnar aftur 1,36 ferðir. Men til toppdystirnar í Klaksvík og Runavík eru eisini rímiliga greiðir favorittar. B36 gevur 1,76, meðan NSÍ gevur 1,81. Skála gevur 1,78 og er rímiliga greiður favorittur móti B68, meðan TB er lítil favorittur móti ÍF.
Sí allar oddsirnar á myndini niðanfyri.




