Leygardagin bleiv fyrrverandi KÍ venjari, Sverri Jacobsen, heiðraður í HB húsinum í samband við at hann í septembermánaða bleiv 60 ár
Heimasíðan hjá HB skrivar um ein serligan dag, sum ein kendur "KÍ-ari"hevði her fyri:
Á heimasíðuni hjá HB, (www.HB.fo) stendur soleiðis:
Sverri Jacobsen var í miðdeplinum í morgun (Leygardagin) í HB-húsinum, tá gomlu liðfelagar hansara og umboð fyri HB-leiðsluna heiðraðu hann í sambandi við 60-ára dag hansara. Hann sá út til at hugna sær óført, einki tá var at síggja, men her á myndini halda vit okkum næstan hóma eitt typiskt skeivt Sverra-smíl.
Fyri umleið tveimum mánaðum síðani stovnaðu nakrir frá gylta 70ara-liðnum felag kallað "Gongu- og rennifelagið 70ararnir". Limirnir, sum nú eru eini 23 í tali, møtast hvønn leygarmorgun kl. 9.00 í Gundadali, og so fara flestu teirra ein gongutúr upp á umleið ein til tveir tímar, meðan nakrir renna á vøllinum. Tá ið liðugt er, og menn – tí teir eru bara menn – hava verið undir brúsu, so er morgunbreyð og kaffi á skránni í HB-húsinum. Hetta eru løtur, sum allir síggja fram til. Í morgun (leygardagin) var aftur ein slíkur morgun, men hesuferð var hann meira serligur, við tað, at felagið hevði avgjørt at heiðra ein av limum tess, Sverra Jacobsen, á 60-ára degi hansara (sum hóast tað var í september í fjør). Og tað var gjørt við manér við røðum, gávuhandan og sangi v.m.
Vit her á Norðlýsinum fara í hesum sambandi eisini at senda Sverra Jacobsen, heilsanir og ynskja honum hjartaliga tillukku við teimum 60 árunum.
John William Joensen




