Einki lið hevur styrkt sær um hópin við so mongum nýggjum leikarum sum HB.
Einki lið hevur styrkt sær um hópin við so mongum nýggjum leikarum sum HB.
Í gjár skrivaði Norðlýsið um, at HB hevur mist 8 leikarar. Men fyri hesar eru komnir 8 aðrir leikarar. Fyri 4 av teimum er tað ikki nýtt at spæla við HB, tí Andrew av Fløtum, Levi Hanssen, Símun Samuelsen og Poul Thomas Dam hava áður spælt í fleiri kappingarár við HB og eisini vunnið við felagnum. Afturat teimum eru komnir tveir danskarar og tveir Víkingar. Niðanfyri vera keypini hjá HB gjøgnumgingin. Har skal sigast, at HB venjarin, Sigfríður Clementsen, fyrr í vikuni segði, at HB møguliga fær tilgongd av einum útlendskum profili afturat, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.
Levi Hanssen
Levi var toppskjutti hjá HB í 2015, men spældi ikki fótbólt í 2016. Nú vendur hann aftur. Levi er ein av royndastu leikarunum í føroyskum fótbólti og hevur vunnið nógv. FM við B36 í 2005, EB/Streymi í 2008 og 2012 og við HB í 2010. Umframt at hann vann løgmanssteypið við EB/Streymi í 2008 og 2012. Levi er eisini kendur fyri at hava skorað ikki færri enn 9 mál í Chamions League/Europa League.
Poul Thomas Dam
29 ára gamli Poul Thomas hevur seinastu árini ikki leikt í Effodeildini. Hann vann FM við HB í 2006 og 2009. Fær nú møguleikan at koma aftur í bestu deildina, men hevur mangan verið darvaður av skaðum seinnu árini.
Heðin Hansen
Ikki er tað ofta, at Víkingar skifta felag, men tað sóu vit nakrar ferðir í vetur og tað fer HB m.a. at njóta ágóðan av. Heðin Hansen hevur seinastu árini vunnið nógv við Víkingi, har hann serliga hevur verið kendur fyri síni góðu langskot. 14 mál í 104 dystum tala fyri, at Heðin eisini dugur at skora mál.
Dánial Pauli Lervig
Dánial Pauli er eisini komin úr Víkingi. Hevur ikki spælt á Víkinga liðnum, tá allir mans hava verið tøkir, men hevur røkt ymisk pláss, tá skaðar og leikbann hava rakt hópin. Hevur sjálvur eisini verið nógv darvaður av skaðum. Tykist vera ein leikari fyri breiddina í HB hópinum.
Andrew av Fløtum
Kanska mest óvæntað var tað, tá Andrew av Fløtum aftur sást á vøllinum í HB búnanum fyrr í ár. Takkaði fyri seg í fjør, men hevur tikið gaggurnar av hillini aftur. Hugurin og svongdin tykist vera til staðar, men hevur sjálvur sagt, at hansara avbjóðing er at kunna vera skaðafríður yvir eina tíð. Hevur vunnið alt sum vinnast kann í føroyskum fótbólti. Er 37 ára gamal, men hevur neyvan mist teknisku førleikarnar, hóast hann ikki hevur spælt í eitt ár. Rómurin í HB skýlinum verður helst eyka stórur, tá Andrew skorar mál.
Daniel Elly Pedersen
HB hevur ein nýggjan leikara, sum ongantíð áður hevur spælt í Føroyum. Talan er um danska Daniel Elly Pedersen. Hann hevur fleiri ferðir verið toppskjútti í danska felagnum Frem. Er keyptur til at skora málini fyri HB á sama hátt, sum Klæmint A. Olsen ger fyri NSÍ og Páll A. Klettskarð ger fyri KÍ.
Sebastian Pingel
Var toppskjútti í B36 í fjør, men bleiv ikki samdur við B36, tá samráðingar um nýggjan sáttmála vóru. Royndarvandi við HB og fekk sáttmála. Hevur spælt nógv á vonginum í HB og hevur víst sannførandi spæl í venjingardystunum. Kann blíva ein fongur fyri HB.
Símun Samuelsen
Símun krevur heldur onga frágreiðing í HB. Har spældi hann frá 2010 til 2015 og var mangan ein av týdningarmiklastu leikarunum í álopsspælinum. Fekk ein álvarsaman skaða í 2013 og tykist ongantíð vera komin ordiliga fyri seg aftur síðani. Fær nú møguleikan aftur hjá einum toppliði og kanska er tað hetta skiftið, ið kann fáa vongin í gongd aftur.
Broytingar í HB hópinum:
Tilgongd: Levi Hanssen, Heðin Hansen, Daniel Elly Pedersen, Símun Samuelsen, Sebastian Pingel, Andrew av Fløtum, Poul Thomas Dam og Dánial Pauli Lervig
Frágongd: Christian R. Mouritsen, Arnbjørn Hansen, Teit Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Magnus Egilsson, Øssur Dalbúð, Pál M. Joensen og Jákup F. Hansen




