Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB hevur tíðindafund fríggjadagin

Jákup Ósá

Okkurt bendur á, at HB fer at seta navn á onkran ella fleiri nýggjar leikarar í morgin.

Okkurt bendur á, at HB fer at seta navn á onkran ella fleiri nýggjar leikarar í morgin.

HB hevur boðað til tíðindafund í HB húsinum fríggjadagin, har tíðindi kring Effohópin vera at frætta. So kann ein gita, at helst er talan um nýggjar leikarar. Tá HB spældi venjingardyst á Eiði í gjárkvøldið vóru fleiri leikarar á liðnum, sum enn ikki hava gjørt sáttmála. Sebastian Pingel, Thiago Pinto Borges, Andrew av Fløtum og Poul Thomas Dam vóru at síggja á vøllinum. Sí myndir frá tí dystinum her. Miðlahúsið hevur eisini fleiri ferðir skrivað um, at fyrrverandi FCK miðvallarleikarin Martin Bergvold, ið eisini hevur spælt nógv í Seriu A í Italia, helst verður at síggja í HB eins og álopsleikarin Daniel Elly Pedersen, ið er mest kendur fyri at hava skorað nógv mál fyri Frem, væntast at vera ein møguleiki. At flytingarvindeygað í m.a. Danmark lat aftur í gjár ger tað upplagt, at talan er um onkran ella fleiri av hesum leikarum.

Afturat hesum, so hava vit í vetur sæð Símun Samuelsen, Aron Clementsen og Dánjal Paula Lervig til venjing í HB.

Heimasíðan hjá HB skrivar:

Havnar Bóltfelag bjóðar til tíðindafund fríggjadagin 3. februar kl. 10.00. Tíðindafundurin verður í HB-Húsinum.

Uttan at siga ov nógv áðrenn fundin, kunnu vit tó avdúka, at talan er um tiðindi ið hava við Effolið okkara at gera.

Øll eru hjartaliga vælkomin og helst verður ein góður kaffimunnur eisini at fáa.