Finnbogi Arge sigur, at HB nevndin ikki hevur viðgjørt venjara spurningin fyri 2014 enn.
Finnbogi Arge sigur, at HB nevndin ikki hevur viðgjørt venjara spurningin fyri 2014 enn.
HB formaðurin leggur dent á, at siðvenjan við honum sum formanni er, at venjaraspurningurin verður viðgjørdur eftir kappingarlok. Soleiðis var í fjør og soleiðis verður aftur í ár. Hann dylur tó ikki fyri, at tað hevur gingið væl hjá Oddbirni Joensen og Fróða Benjaminsen sum venjarapari í ár, sum eisini hava fingið hjálp frá Jón Simonsen.
Um hópin sigur Finnbogi, at tað í løtuni liggur í kortunum, at allir leikararnir halda fram í HB. Teir flestu hava sáttmála fyri næsta ár, meðan arbeitt verður við at leingja við hinar, ið ikki hava.




