Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HB kann vinna FM í Klaksvík

Jákup Ósá

Vinnur HB á NSÍ, so kann HB tryggja sær FM í Klaksvík næsta vikuskiftið.

HB er 10 stig frammanfyri KÍ. Vinnur HB á NSÍ í morgin, so kann HB tryggja sær FM í Klaksvík, óansæð hvat KÍ ger á Skála í morgin. Vinnur HB ikki, so skal HB bara hava eins nógv stig sum KÍ í morgin fyri framvegis at kunna vinna FM í Klaksvík. Minkar núverandi munurin á 10 stig í morgin, so kann HB ikki vinna FM í Klaksvík í 23. umfarinum. Seinast HB tryggjaði sær FM í Klaksvík var í 1990. Seinast HB tryggjaði sær FM móti KÍ var í 2009.

 

 

Dysturin í Klaksvík er sunnudagin um eina góða viku, og eftir tann dystin eru bara 4 dystir og 12 stig eftir at spæla um.