Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HB-KÍ á Tórsvølli í morgin kl. 19.00

Jákup Ósá

HB skal gera, at KÍ ikki fer gjøgnum eitt kappingarár uttan at tapa, meðan KÍ kann blíva fyrsta liðið sum vinnur móti HB á Tórsvølli hesi síðstu árini.

So hóast tað ikki stendur so nógv uppá spæl, so eru tað viðurskifti, sum gera at liðini helst eru motiverað til dystin. Hetta er gamli klassikarin millum liðini, sum hava skift um at vunnið FM síðstu fýra árini.

KÍ kann blíva fyrsta liðið, sum í einum kappingarári á 27 dystir ongan dyst tapir og harafturat ætlar liðið sær nokk uppá 100 mál og uppá minst 74 stig, sum er stigamet. HB hevði í 2020 Tórsvøll sum heimavøll og hevur spælt nakrar dystir har í ár, tá dystir hava verið um kvøldið, tí ljósviðurskiftini eru munandi betri á Tórsvølli enn á ovara vølli. HB hevur ongan dyst tapt á Tórsvølli hesi síðstu árini, so har kann KÍ blíva liðið, sum steðgar tí røðini.

Dysturin á Tórsvølli mikukvøldið byrjar kl. 19.00.