Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB-KÍ spæla leygardagin

Jákup Ósá

Leygardagin verður aftur høvi at síggja venjingardyst millum tvey av liðunum, sum væntast at koma at stríðast um tey fremstu plássini í ár.

HB tekur ímóti og talan er um eitt HB lið, har útmeldingarnar eru, at HB í ár aftur skal í toppin í føroyskum fótbólti eftir at tey bæði seinastu árini hava verið heldur soltin sæð við HB brillum. Tað eru eisini stórar útlendskar stjørnur – m.a. Martin Bergvold, ið hevur vunnið fleiri meistaraheitir við FCK – á veg til HB fyri at útføra málsetningin. Hjá KÍ ræður um at halda tørn í toppstríðnum, har liðið í fjør var millum tvey tey bestu liðini í báðum kappingunum. KÍ og Víkingur spældu ein – til árstíðina at vera – fínan venjingardyst mikukvøldið, so spennandi verður at síggja, hvussu støðið á dystinum leygardagin verður. Tá verður eisini spælt í dagljósi, sum gevur betri fortreytir fyri góðum dysti.

Dysturin í Gundadali millum HB og KÍ byrjar leygardagin kl. 13.00.