HB Kvinnurnar vunnu heili 4-0 á KÍ kvinnunum á Djúpumýru í dag.
Tað man vera langt síðani at HB hevur vunnið stórt á KÍ í kvinnudeildini og hinvegin er sera langt síðani eitt slík stórtap hjá KÍ kvinnunum.
HB legði út við einum sera verjukendum uppleggi. Saman við vælleikandi málmalverja eydnaðist strategiin til fulnar. KÍ trýsti og trýsti. og fyri stóran part gekk spælið fyri seg á HB hálvuni, men verjukenda spælið gjørdi at tær avsluttningar hjá KÍ, sum raktu málið tók málverjin.
Í hinum endanum var HB sera effektivt. Tær høvdu fáar málmøguleikar, men brúktu møguleikarnar og tí endaði dysturin við einum stórtapi til KÍ 4-0.




