Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB luktaði FM finaluna – men so spilti KÍ dagin

Norðlýsið

Tað var ein øgiligur rómur millum HB áskoðararnar í Klaksvík, tá tað frættist úr Gundadali, at Víkingur hevði lagt seg á odda 1-0 og seinni 2-0. Men dagurin endaði nærmast í ”sorg”, tá KÍ avgjørdi dystin um miðjan seinna hálvleik.


HB áskoðararnir fyltu sum vanligt er ein fittan part av eystaru síðu av skýlinum við Djúpumýru og settu sín góða dám á klassikaran. Hetta var eitt avgerandi umfar í Effodeildini, tí bæði oddaliðini høvdu truplar dystir. HB í Klaksvík og B36 móti Víkingi í Havn. Sum dysturin leið í Klaksvík so bleiv lagið betri og betri millum HB áskoðararnar. Fram til miðjan seinna hálvleik. Tá Kristian Joensen, frásøgumaður, í hátalaranum boðaði frá, at Víkingur var komið á odda 1-0 var stórur rómur millum HB áskoðararnar. Seinni bleiv tað so 2-0, og tá var enn størri gleði millum reyð-svørtu áskoðararnar. Nú kundi HB bara halda javnleikin, so minkaði munurin upp til B36 til 3 stig, og so kundi HB liðið avgera alt sjálvt seinastu 5 umførini. Men dagurin endaði nærmast við sorg hjá HB. Tí 22 minuttir áðrenn leiklok sendi Hjalgrím Elttør bóltin í HB málið, og so var tað túrurin hjá KÍ viðhaldsfólkum at fegnast. 1-0 úrslitið helt sær og so kundu teir bláu fegnast um, at hava varðveitt sín møguleika at vinna Europa League pláss, at hava vunnið sín fyrsta sigur móti HB í Klaksvík í 9 ár og fyri fleiri var tað nokk eitt eyka pluss, at KÍ fyribils hevur spilt FM møguleikan hjá HB.


KVF samandrátturin við samrøðum kann síggjast her