Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB og AB brúkt ólógligar leikarar

John William Joensen

Hóast aðalfundur FSF’s samtykti nýggjar reglur fyri leikaraskifti, so eru tvey av høvuðsstaðarfeløgunum sloppin undan at gjalda og hava harvið brúk ólógligar leikarar alt kappingarrárið

Nú Kristoffer Jakobsen flytur frá KÌ til EB/STR kemur hann undir nýggju reglurnar sum eru fyri leikarar undir 21 ár.

Sambært hesum reglum eiga feløg 5.000 kr. pr. ár sum leikari hevur staði í læru, men hóast reglurnar eru púra greiðar hevur Fótbóltssambandi einki gjørt fyri at feløg halda reglurnar.

Í februar mánaði í ár flutti Símun Rógvi úr B71 til HB og sambært nýggju reglunum átti HB at gjald fyri leikaran. Men enn er eingin króna flutt B71 og leikarin hevur verið partur av leikarahópinum hjá HB.

Rasmus Nielsen flutti úr B71 til AB, men hóast B71 ferð eftir ferð hevur gjørt krav galdandi móti AB – so noktar høvuðsstaðarfelagið at gjalda fyri leikaran.

EB/STR hevur hinvegin hildið seg til reglurnar og tá Gudmund Nilsen flutti úr B71 til EB/STR fluttu sundamenn sandoyingum krónutal sum er ásett í nýggju relgunum.

Spurningurin er tí um EB/STR enn einaferð ferð at gjalda eftir sokallaðu lærlingareglunum, nú KÍ gerð krav galdandi móti felagnum?

Sambært reglunum skal felag gjalda pengini í seinasta lagið ein mánaða eftir at leikaraskiftið er framt – men staðfestast kann at henda regla ikki er galdandi fyri AB og HB.