Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB og EB/Streymur í finaluna

Jákup Ósá

 HB og EB/Streymur í finaluna

(Klaksvíkskappingin) Tað vera meistararnir og FMfavorittarnir, ið møtast í finaluni um Klaksvíkskappingini, meðan KÍ og ÍFleika um 3. plássið.

 

KÍ og EB/Streymur leiktu fyrra dystin í dag. Sum heild másigast, at KÍ var stóra vónbrotið og serliga í fyrra hálvleiki hekk einkisaman. EB/Streymur spældi til tíðir væl og frammanfyri málinum vóru teireffektivir. Støðan í hálvleikinum var 3-0 til EB/Streym. KÍ var uttan Páll A.Klettskarð og Jógvan Isaksen, meðan EB/Streymur leikti uttan Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen og Arnbjørn Hansen. Í seinna hálvleiki gjørdi KÍ nakrar útskiftingar, iðmøguliga viðvirkaðu til, at spælið bleiv betri frameftir vøllinum. Innskiftu JóhanJacobsen, Ivan Joensen, Ísak Simonsen og Helgi Samson vóru allir millum teirbetru í dagsins dysti. Tað vóru eisini tveir av hesum, ið vóru við í KÍmálinum. Ísak Simonsen fekk gott skot á, sum René Tórgarð bjargaði út tilhornaspark. Tað tók Ísak sjálvur og inni í feltinum fekk Helgi Samson seinastafótin á og skoraði til 4-1. KÍ kann taka onkrar løtur við frá seinna hálvleiki,meðan avrikið í fyrra hálvleiki var lítið at reypa av.

 

Í seinna dystinum millum ÍF og HB fingu vit stórt undirhald.ÍF liðið var væl upplagt í fyrra hálvleiki og liðið hekk væl saman, hóast vitneyvan koma at síggja sama álopsfótbóltin sum seinasta ár. Til tað er fólkiðikki eins gott. HB fekk ikki gongd á sítt spæl fyrr enn í seinna hálvleiki, mentá spældu teir eisini væl. Tá so Heini Vatnsdal og Símun Samuelsen koma innaftur á liðið, so fer at síggja heilt gott út hjá FM favorittunum.

 

Sunnudagin verður dysturin um 3. plássið leiktur kl. 13.00,meðan EB/Streymur og HB spæla finaluna kl. 15.15. 

Harleywoodpaint