HB vann greipuna og KÍ vann sær atgongd til Evropa Conference League.
Avafíggindarnir úr HB vunnu í kvøld greipuna og tað vóru góð tíðindi fyri KÍ. Tí tað ger, at 3. plássið í landskappingini gevur atgongd til Evropa Conference League 2021. KÍ skal sostatt luttaka í Evropakapping 5. árið á rað.
HB vann 2-0 í finaluni um løgmanssteypið móti Víkingi og staðfesti sína støðu sum klárt besta liðið í Føroyum í 2020.
Norðlýsið ynskir HB til lukku við greipuni 2020.



