Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB opnar dyrnar fyri útlendingum

Jákup Ósá

Sum skilst eru fleiri útlendskir profilar áveg til HB.

Sum skilst eru fleiri útlendskir profilar áveg til HB.

HB hevur broytt strategi eftir kappingarárið í ár og frá at hava eitt lið, har tað skuldi gevast tol við ungum leikarum úr egnum rekkjum við málsetningi um at enda í Europa League, so er málsetningurin broyttur, venjarin skiftur og FM skal vinnast í 2017.

HB endaði nummar 5 í ár og tá er upplagt at hugsa, at liðið skal hava styrk, um liðið skal stríðast um føroyameistaraheitið í 2017. Men nærum eingir profilar eru tøkir av teimum, sum í ár spældu í Effodeildini. Í Vespureiðrinum á R7 í gjár lat formaðurin í HB, Finnbogi Arge, upp fyri møguleikanum at styrkja HB liðið við útlendingum. – Vit sóu í 2016, at liðini, sum fingu sær útlendskar leikarar, fingu góð úrslit við tí, so tað er nakað, sum vit kanska fara at broyta, tí áðrenn hava vit bara havt føroyskar leikarar, segði Finnbogi Arge.

Leysasøgur siga, at HB møguliga fær tríggjar nýggjar útlendskar leikarar áðrenn komandi kappingarár.