Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB tykist sera væl fyri í løtuni

Norðlýsið

HB tykist vera sera væl brynjað til kappingina í ár. Liðið hevur spælt góðan fótbólt longu her í januar.

HB hevur higartil leikt 7 venjingardystir. EB/Streymur-HB 2-2, HB-EB/Streymur 5-1, HB-AB 0-1, HB-ÍF 2-0, HB-EB/Streymur 3-1, HB-NSÍ 1-0 og HB-AB 4-0. Av teimum 7 vóru 5 í venjingarkappingini, har hvør dystur var 35 minuttir.


Sterkur hópur

HB hevur ein breiðan hóp í ár. Hópurin er mannaður við nógvum leikarum, ið hava sín uppruna í øðrum feløgum. Nevnast kunnu:

Hans Jørgensen

Teitur M. Gestsson

Rógvi Holm

Jóhan T. Davidsen

Gunnar Haraldsen

Alex dos Santos

Heini Vatnsdal

Kári Nielsen

Bárður Olsen

Fróði Benjaminsen

Símun Samuelsen

Bárður Johnsson Heinesen
 

Afturat teimum hevur HB nakrar evnaríkar leikarar, ið eru uppvaksnir í felagnum:

Jógvan Rói Davidsen

Kristin R. Mouritsen

Christian R. Mouritsen

Andrew av Fløtum

Tróndur Jensen

Spæla longu væl

Í føroyska fótbóltsheiminum tykist breið semja vera um, at HB hesar fyrstu vikurnar hevur sæð út sum sterkasta liðið í Effodeildini. HB hevur sum heild spælt væl hesar fyrstu dystirnar og tað er heldur óvanligt at síggja so gott spæl longu í januar. Tað tykist vera ein greið spæliætlan hjá nýggja venjaranum – klaksvíkinginum Oddbjørn Joensen – har hóttanir koma allastaðni frá á vøllinum. Bólturin er mest sum bara niðri á jørðini og spælið gongur skjótt. Tá so mótstøðuliðið hevur bóltin, so síggja vit ofta eitt skipað trýst høgt uppi á vøllinum og tað ger, at HB hevur bóltin størsta partin av tíðini. Teir skapa eisini eitt ótal av stórum møguleikum hvønn dyst inntil víðari.
 

Oddbjørn Joensen hevur verið frammi og sagt, at leikararnir eru betri fyri enn vanligt um hesa tíðina. Teir hava vant sjálvir í vetur og tað sæst aftur. Tveir leikarar hava skarað framúr fyrstu tíðina. Talan er um Símun Samuelsen og Heina Vatnsdal. Símun kenna vit og gongur nógv av álopsspælinum gjøgnum hann, meðan Heini er nýggjur í hópinum. Umframt at vera ein sterkur bóltvinnari, so hevur Heini eisini virkað sera tryggur á bóltinum hesar fyrstu dystirnar.
 

Kappingin um flestu plássini er hørð á liðinum vegna stóru breiddina. Men skal nakar veikleiki takast fram, so er tað, at mótstøðuliðini eru komin heldur lættliga til stórar mál møguleikar í fleiri av dystunum. Ein orsøk kann sjálvsagt vera, at liðið ofta liggur so høgt uppi og trýstir og tá vil tað altíð blíva pláss aftanfyri verjuna til tíðir. Í øllum førum hava HB viðhaldsfólk allar orsøkir til at vænta sær nógv av liðinum í ár.
Harleyfacadeacryl