HB umboð fingu kanska heldur óvæntaðan gest, tá tey ótu døgurða saman við Partizan og UEFA umboðum í dag.
Tá HB umboðini vóru til døgurða saman við leiðsluni hjá Partizan Beograd og UEFA, kom ein skjótt kendur serbi framvið.
Sum myndirnar, sum HB viðhaldsmaðurin Knút Olsen eigur, vísa, so vóru HB umboðini í dag til døgurða saman við Partizan og UEFA umboðum niðri í Beograd. Hetta er vanligur siður, tá Europa dystir eru. Men sermerkt var eisini, at 20 ára gamli Lazar Markovic, sum er uppvaksin í Partizan, var á staðnum og so kundu HB umboðini fáa myndir saman við honum. Lazar Markovic skiftir í summar til Liverpool frá Benfica fyri umleið 20 milliónir pund, og er tað skiftið alment í dag.
Partizan og HB spæla í kvøld kl. 19.45 føroyska tíð.




