Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB úti av steypakappingini

John William Joensen

Nevndin í F.S.F. hevur tikið avgerð um, at HB tapir steypadystin móti VB/Sumba orsaka av vantandi leikaraloyvi hjá Páll M. Joensen.

 Upprunin til málið. Tann 23. mars 2006 heitti F.S.F við leikaralista á heimasíðu síni á feløgini um at koma við rættingum v.m. Hetta var ein áminning sambært § 14, 2. petti í kappingarreglunum, sum áleggur feløgunum ábyrgdina av at upplýsa F.S.F allar leikarar sínar, umframt ein kunning um nýggja møgulleikan hjá feløgunum sjálvi at kanna hesi viðurskifti á heimsíðuni hjá F.S.F.sjálvi .

Tann 29. mars sendi HB ein lista inn yvir HB-leikarar, sum sambært teimum skuldu rættast. Tá ið listin varð gjøgnumgingin, kom undan kavi, at Páll M. Joensen var skrivaður á listan, t.v.s. at HB metti Páll M. Joensen verða skeivt skrásettan. Fráboðað varð HB, at sambært skrásetingunum hjá F.S.F, var Páll M. Joensen ikki skrásettur í HB, men loyvisbræv hansara lá hjá NSÍ. Hetta varð fráboðað við t-brævi 30. mars.

HB og FSF vóru samd at málið koyrdi í tveimum pørtum. Annar parturin snúði seg um dystin, ið Páll M. Joensen hevði leikt móti VB/Sumba og hin parturin snúði seg um at ivamál um leikaraloyvi rudda av vegnum undan at 1. umfar í Formuladeildini byrjaði. HB sendi síðan F.S.F neyðuga tilfarið til at fáa loyvisbrævið avgreitt, so at eingin ivi var framyvir, umframt skrivligt tilfar og frágreiðing um málið.

Kappingarnevndin hevur á fundi 4. apríl 2006, 11. apríl 2006 og 24. apríl 2006 viðgjørt málið og er samd um at leggja málið fyri nevndina í FSF til endaliga støðutakan.

Nevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur á fundi 28. apríl 2006 viðgjørt málið.
Fyrisiting F.S.F. hevur seinastu árini og ikki minst síðan tilburðirnir í fjørvár, roynt at dagføra skrásetingina og nýggjasta tiltaki á hesum øki er at nú eru allir leikaralistarnir at finna á heimasíðuni hjá FSF og tað tí ber til hjá feløgunum og leikarum at síggja um loyvisbrøvini eru í lagi.

Málið er tikið upp til viðgerðar av FSF eftir teimum reglum, sum eru galdandi innan hetta øki.

Vísandi til grein 14 í Kappingarreglunum fyri fótbólt kunnu bert leikarar sum hava loyvisbræv frá F.S.F. luttaka í lands- og steypakappingini, eisini framgongur at feløgini hava ábyrgd av at fráboða allar sínar leikarar til F.S.F og harnæst framgongur at tá leikari hevur fingið loyvisbræv, er hann at meta sum lógligur leikari og vil tað tí siga at uttan loyvisbræv frá F.S.F er leikari at meta sum ólógligur leikari.

Sambært grein 15 stk. 1 er skráseting og loyvisbræv í gildi, til felag gevur kappingarnevndini skrivliga fráboðan um, at viðkomandi leikari ikki longur leikar fyri felagið. Til fyrisiting av hesum er gjørt serstakt skjal Leysgeving/Loyvisbræv sum skal undirskrivast av felagnum sum leysgevur leikara, leikaranum sjálvum og felagnum sum ynskir at fáa spæliloyvi til leikaran.
 
Út frá omanfyri standandi metir aðalnevndin ongan ivi verða um, at HB í nevnda dysti gjørdi nýtslu av ólógligum leikara, nevniliga Páll Mohr Joensen.

FSF