Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB vann Cadbury steypið

Jákup Ósá

HB vann spennandi steypafinaluna hjá U14 uppá brotssparkskapping.

Í vanligu leiktíðini endaði tað 2-2. Hans S. Tummasarson legði HB á odda, men Móruts H. Mortensen javnaði stutt eftir í fyrra hálvleiki. Sonni Mikkelsen legði NSÍ á odda tíðliga í seinna hálvleiki, men í seinasta minuttinum javnaði HB við máli frá Hans J. Anfinnson.

Í longdu leiktíðini kom einki mál, men í brotssparkskappingini eydnaðist tað HB at vinna, tá HB skoraði 2 mál, meðan NSÍ bara skoraði 1 mál.