Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB vann uppiborið

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) HB avgjørdi móti endanum og sæð yvir allandystin var talan um uppibornan sigur.

 

 

Lagt var upp til stórdyst í Klaksvík hóskvøldið, táoddaliðini KÍ og HB møttust. Karmarnir vóru framúr og tað er ikki løgið, atDjúpamýra er staðið í Føroyum, har allir leikarar elska at spæla. HB hevðieisini stóra áskoðarafjøld við sær, ið setti dám á dystin. Klaksvíkingar vóru sum altíð mannsterkir uttanfyri vøllin.

 

HB var betra liðið

Fyrri hálvleikur gjørdist málríkur. HB byrjaði betri og varstørsta partin av hálvleikinum liðið, ið spældi betra fótbóltin. Teir reyðu ogsvørtu tóktist hava greiðari ætlan, fluttu seg betri og funnu betri hvønnannan. Hinvegin var KÍ liðið effektivt, tá eftir eitt skot á mál hevði KÍskorað 2 mál, har annað var sjálvmál. HB kom uppá javnt, har teir í fyrramálinum blivu væl hjálptir av Meinhardt Joensen, ið gav óneyðugan bólt útafturtil Christian Mouritsen, ið bara skuldi leggja bóltin inn aftur til bróðurinKristin Mouritsen, ið var tryggur. Løtu seinni stóð 2-2 við somu uppskrift sumí eina málinum í ÍF-KÍ dystinum. Atli Danielsen framdi ivasamt fríspark og soskoraði Alex dos Santos beinleiðis uppá fríspark. Hálvleiksstøðan var 2-2 og KÍhevði aftur mist eina 2 máls leiðslu.

 

HB avgjørdi móti endanum

Í seinna hálvleiki fekk KÍ betri tak á fyrsta korterið.Liðið hekk betri saman og HB var ikki eins dominerandi. Hetta gav eisiniúrslit, tá gott KÍ álop endaði við, at Álvur Christiansen spældi til HjalgrímElttør, sum ístaðin fyri at skjóta spældi til Ivan Joensen, ið var tryggur ogso stóð 3-2 til KÍ. Stutt frammanundan sóu teir flestu áskoðararnir eitt sólaklártbrotsspark til KÍ, tá bólturin kom í hondina á Alex dos Santos. Men onkursvegnasá hvørki dómari, hjálpardómari ella 4. dómari støðuna eins. Har átti Santosnokk eisini sítt seinna gula kort og so kunnu vit bara tippa um, hvussu leikurhevði farið. Eftir 3-2 málið yvirtók HB og sat á dystinum. Tað gav eisini 2 málseinastu løtuna og harvið tryggjaði HB sær ein týdningarmiklan og útfráspælinum uppibornan sigur.

 

Nógv mál í KÍ dystum

Um dystin er at siga, at tað er alt ov bíligt hjáklaksvíkingum at koyra skyldina yvir á dómaran fyri tapið, tí útfrá leikgongdini vann betra liðið. Dómari ger eins ogleikarar og venjari sínar feilir. Heldur eigur KÍ at fokusera uppá, hvussuliðið kann halda uppá tryggar leiðslur. KÍ liðið hevur í Páll A. Klettskarð,Hjalgrím Elttør – ið var mest eyðsýndur hendan dystin – og Álvur Christiansenkanska føroya bestu offensivu trio. Tað merkir at liðið skorar nógv mál ogskapar nógvar møguleikar hvønn dyst. Men alt ov nógv mál fara ígjøgnum ogspurningurin er so, hvar tann feilurin liggur. Um KÍ spælir ov framrættað, umverjan er ov veik ella kanska miðvøllurin ikki dugir nóg væl at taka trýstið avverjuni. Hetta seinast er kanska mest sannlíkt, tí fakta er, at KÍ álopsspæliðer rættuliga beinleiðis og sjáldan síggja vit KÍ spæla við longum álopum og nógvumsendingum. HB vann uppibornan sigur, tí teir yvir 90 minuttir spældu betri ennKÍ og høvdu tað seinasta sum skuldi til fyri at avgera. Liðið hevur fáarveikleikar og sær út til at kunna liva upp til favoritt leiklutin, tí trupulter at fáa eyga á eitt betri FM boð í løtuni.  

Niðanfyri síggja vit hæddarpunkt frá dystinum. Jóhan Thomsen eigur upptøkurnar.