Tað verður alt annað enn lætt, men skal KÍ ikki enda niðanfyri niðurflytingarstrikuna, so er tað næstan eitt krav, at liðið vinnur torføra heimadystin sunnudagin ímóti HB, sum tykist vera komið fyri seg aftur.
Hagtølini fyri 10 teir seinastu landskappingardystirnar í Klaksvík millum bestu liðini hjá KÍ og HB siga, at HB oftast hevur yvirtakið í hesum dystunum.
Ofta tættir dystir
Úrslitini fyri hesar dystirnar eru:
2008: KÍ-HB 1-2
2007: KÍ-HB 0-2
2006: KÍ-HB 2-2 og 3-3
2005: KÍ-HB 4-3 og 2-3
2004: KÍ-HB 1-1
2003: KÍ-HB 1-2
2002: KÍ-HB 3-2
2001: KÍ-HB 0-2
Samanlagt hevur HB hetta tíðarskeiðið vunnið 5 ferðir í Klaksvík, KÍ hevur vunnið 2 ferðir, og 3 ferðir hevur verið javnleikur.
Eisini vísa úrslitini, at hesir dystirnir ofta eru tættir og tí ofta eisini spennandi til tað síðsta.
Somuleiðis er í øllum hesum dystum skotin 2 ella fleiri mál, heilt upp í 7 mál í tí eina dystinum.
KÍ er undir
stórum trýsti
Vanliga eru dystirnir millum hesi bæði mest vinnandi feløgini í landinum altíð fullir av kenslum og nervum, uttan mun til hvussu liðini annars liggja á stigatalvuni.
Men hesaferð hevur dysturin ta eyka dimensión, at KÍ er undir størri trýsti enn vant at fáa stig í hesum dystinum, tí niðurflytingin hóttir av álvara.
Tí kann roknast við rættiligum braki á Injector Arena sunnudagin, har eitt HB-lið kemur á vitjan, sum jagstrar og júst hevur vunnið á EB/Streymi í ovara endanum og tí helst hevur størri sjálvsálit enn heimaliðið.
Men sum sagt eru hesir dystir so at siga altíð tættir og spennandi. Hetta er ein av teimum góðu gomlu klassikarunum í føroyskum fótbólti, har úrslitið langt frá altíð er í tráð við, hvussu liðini annars liggja á stigatalvuni.
KÍ-HB: Sunnudagin klokkan 15:00.




