Danska Sjóverjan í Norðuratlantshavinum verður eisini umboða á Sjómannadøgunum. Triton fer at luttaka í vatnkrígnum, togtoganini og hann bjóðar eisini almenninginum umborð at síggja skipið. Triton fer av aftur Klaksvík eftir sjómannsguðstænastuna sunnumorgunin.
Á heimasíðuni hjá donsku sjóverjuni eru áhugaverdir gamlir filmar, sum eru upptiknir í Føroyum. M.a. kann síggjast brot frá grindarakstri og uppskering av grindahvali frá 1965. Sí video á hesi leinkjuni: http://www.forsvaret.tv/#!/video/154A1A50




