Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin á Lakjuni skaddur

John William Joensen

Undir venjing gjárakvøldið var kí-liðskiparin so óheppin at fáa bóltin í eygað

– Tað var ein rættuliga tilvildarlig hending.
– Vit spældu og eg kom til at avslutta, Meinhard bjargar og bólturin rakar meg aftur í høgra eygað. Smeiturin var so meinur at eg mist sjónina í høgra eygað í ein góðan tíma eftir tilburðin.
– Í morgun er sjónin komin aftur, men tað sum eg síggið við høgra eygað er mjørkakent og eg havi fingið boð um at hvíla í eina viku, sigur Heðin á Lakjuni í stuttari viðmerking.

Hetta merkir at KÍ verður uttan liðskiparan tá Kurt Mørkøre og B36 koma á vitjan í morgin.

Dysturin millum KÍ og B36 í Klaksvík verður leygardagin kl. 16.