Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin Askham greiðir frá støðuni í HB

Jákup Ósá

HB hevur gjørt fleiri broytingar í summar.

HB hevur mist leikandi hjálparvenjaran, men eisini fingið profilar í summar.

HB hevur fyrr í summar gjørt nakrar broytingar í hópinum. Til felagið eru Heini Vatnsdal og Rókur av Fløtum Jespersen komnir, meðan Símun E. Samuelsen er givin sum leikandi venjari, og er farin til FC Suðuroy. Heðin Askham er høvuðsvenjari hjá HB og hann sigur, at tað vera ongar broytingar hjá HB á hesum seinasta degnum áðrenn flytingarvindeygað stongir. Hann sigur eisini, at HB enn ikki hevur sett nakran nýggjan hjálparvenjara.

HB liggur í løtuni á 4. plássi í landskappingini við 30 stigum. 6 stig aftanfyri oddaliðið B36 og 5 stig frammanfyri KÍ á 5. plássi.