Men er Høgni Madsen ein møguleiki, spyrja vit.
Men HB venjarin vil ikki avvísa, at Høgni Madsen kemur afturat hópinum.
Høgni Madsen flytur í næstum heim til Føroyar og gitt verður, at HB er møguliga hansara komandi felag. Heðin Askham er venjari hjá HB.
– Eg veit ikki heilt í løtuni, hvar hatta málið liggur. Men HB og Høgni hava tosað saman. Og hjá okkum kundi hann gjørt mun á verjukenda miðvøllinum, men annars eru vit ”komplettir” allastaðni. Hópurin er endaligur og eg haldi faktisk, at vit hava ein líka sterkan hóp sum í fjør, sigur Heðin Askham, sum týðuliga er væl nøgdur við sín hóp, í stuttari viðmerking við Norðlýsið.
HB hevur mist Trónd Jensen, Kristin R. Mouritsen, Jóan Símun Edmundsson. Heðin Askham sigur, at Heini Vatnsdal neyvan kemur aftur. Til HB hópin er Arnbjørn T. Hansen komin. Men Christian R. Mouritsen, Símun Samuelsen og Gunnar Haraldsen, sum allir vóru í landsliðshópinum fyri einum ári síðani, væntast at koma aftur frá skaðum. Teir spældu lítið í fjør og Gunnar spældi als ikki. Gunnar og Christian hava higartil spælt við í báðum venjingardystunum.




