Marni Djurhuus hevur vant við í vetur, har ein verjuleikari hevur fingið langtíðarskaða.
Marni Djurhuus hevur vant við í vetur, har ein verjuleikari hevur fingið langtíðarskaða.
EB/Streymur endaði á 7. plássi við 32 stigum í ár og sum uppflytari var hetta eitt úrslit, sum tey flestu hildu vera gott. Í vetur hevur EB/Streymur framt fleiri broytingar í hópinum. Inn eru komnir Oddur Højgaard, Gestur B. Dam, Hans Pauli Samuelsen og Ari Ó. Ellingsgaard, meðan Dan í Soylu, Trygvi Askham, Sjúrður Jacobsen, Ari M. Olsen og Árni G. Olsen ikki vera við næsta ár.
Hópurin er endaligur
Venjarin Heðin Askham væntar, at EB/Streymur hópurin er endaligur.
– Eg rokni ikki við, at vit gera so nógv afturat. Vit hava ynskt at fingið ein ungan málverja afturat til málmanstoymið. Rói Zachariassen spældi væl í ár, tá hann fekk møguleikan, og vit ætla at geva honum møguleikan komandi ár. Annars hevur Marni Djurhuus vant við okkum í vetur, men hann hevur enn ikki tikið endaliga støðu, um hann byrjar aftur á hægsta stigi. Tað er eingin loyna, at hann hevði styrkt nógv um hjá okkum, tí hann hevur framvegis eitt høgt støði. Tað hava vit sæð undir venjingunum. Annars hava vit vant tvær ferðir úti um vikuna og tríggjar ferðir styrkisvenjing um vikuna seinasta mánaðin. Nú venja leikararnir styrkisvenjing hvør sær fram til 6. januar, tá vit fara undir regluligu venjingarnar uttandura. Tíverri hevur kavin darvað nakað og so fingu vit tveir keðiligar skaðar. Andras Olsen verður tó klárur til kappingarbyrjan, meðan Jóhannes Hansen nokk má sita uttanfyri í kanska hálvt ár, sigur Heðin Askham við Norðlýsið. Hann sigur, at málsetningurin komandi ár hjá EB/Streymi fyrst og fremst er at yvirliva í deildini og síðani gera tað betri enn í ár.



