Viðmerkingarnar frá Heðin Askham við Norðlýsið í dag benda á, at tað verður hann, ið tekur yvir í NSÍ.
Viðmerkingarnar frá Heðin Askham við Norðlýsið í dag benda á, at tað verður hann, ið tekur yvir í NSÍ.
Abraham Løkin hevur fyri fleiri vikum síðani boðað frá, at hann gevst sum venjari hjá NSÍ í summarsteðginum. Tí skal NSÍ hava nýggjan venjara til seinnu hálvu. Gitingarnar hava verið nógvar, men nú hevur Norðlýsið nú funnið fram til, hvør nýggi venjarin verður.
Heðin Askham tekur yvir
Tað verður Heðin Askham, ið tekur yvir í NSÍ. Keldur hjá Norðlýsinum siga, at hann verður kunngjørdur innan stutta tíð. Tá vit hittu hann í dag, so vildi hann ikki avsanna tað.
– Eg havi ongar viðmerkingar til hatta, var einasta svarið frá Heðini, ið sostatt ikki vildi avsanna, at tað er hann, ið NSÍ fer at seta sum venjara.
Heðin Askham boðaði annars frá eftir seinasta kappingarár, tá hann vann FM við EB/Streymi, at hann fór at taka eitt sabbat ár. Vit spyrja, um hetta framvegis stendur við.
– Í fótbólti skal man ongantíð siga ongantíð. Fótbóltur er so eggjandi og inniheldur so nógv, so man veit ongantíð í hesum spælinum, sigur Heðin Askham við Norðlýsið.
So hóast einki er alment ella undirskrivað enn, so bendur alt á, sum viðmerkingarnar omanfyri eisini týðuliga vísa til, at nýggi NSÍ venjarin eitur Heðin Askham.




