Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heðin Kambsdal sjeyti ár – í Ribarhúsi

Jógvan á Lakjuni

Í morgin, sunnudagin 14. mars, verður Heðin Kambsdal, listarmaður, sjeyti ár

Í hesum sambandi letur upp framsýning í morgin kl. 16 í Ribarhúsi í Fuglafirði við bæði yngri og eldri málningum, sum Heðin hevur málað.

Dávur Juul, borgarstjóri, flytur fram røðu, og Fuglafjarðar Sangkór syngur tveir sangir. Ein góður kaffimuður verður eisini at fáa.

Í sambandi við 70 ára dagin og føðingardagsframsýningina er gjørd ein heilt serlig løriftsmynd við Heðinsa penslastrokum gjøgnum tíðina. Til ber at ogna sær løriftsmyndina, sum er gjørd í avmarkaðum tali.

Framsýningin hongur uppi til 29. mars.