Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Heðin Mortensen: – Eg eri skelkaður

John William Joensen

Heðin Mortensen, løgtingslinur, sigur við Norðlýsið, at hann er skelkaður av, at eingin menningarkvota bleiv játtað til Suðurstreym.

– Eg havi fylt við spenningi býtinum av menningarkvotunum. Tá landstýrismaðurin segði, at umsóknir vóru komnar úr øllum landinum, so væntaði eg, at onkur hevði søkt úr Suðurstreymi. Eg gjørdist tí ógvuliga bilsin á tíðindafundinum í gjár, tá eg fekk staðfest, at eingin menningarkvota var játtað til Suðurstreymoy. Eg standi tí spyrjandi, hví eitt stórt økið sum Suðurstreymoy ikki fekk part av menningarkvotunum. Er tað so, at eingin umsókn var úr Suðurstreymoy, so kann eg ikki gera nakað við tað, men er tað soleiðis, at umsóknir vóru úr Suðurstreymoy og ikki fingu játtað, so er okkurt galið. Tað undrar meg, at so nógv kann lutast út á so fá støð og hini fáa nærum onki, sigur Heðin Mortensen við Norðlýsið.