Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin Mortensen: Hetta er ikki eitt gott uppskot

Helgi Abrahamsen

“Nei! – Hetta er ikki eitt gott uppskot – tað er tað ikki!” Tað segði Heðin Mortensen, løgtingsmaður í eini viðmerking til Ruth Vang, forkvinnu í fíggjarnevndini, tá løgtingið viðgjørdi uppskotið um Landsbanka og Váðaráð.

Heðin Mortensen spurdi Ruth Vang, hvat Váðaráðið fer at kosta, men hann fekk einki ítøkiligt svar. Tað einasta Ruth Vang kundi svara var, at raksturin av Váðaráðnum fer at kosta føroyska samfelagnum minni, enn tað kostar at lata peningastovnarnar fara av knóranum. Hon greiddi tó ikki nærri frá, hví hon heldur, at eingir peningastovnar fara aftur av knóranum, eftir at Váðaráðið er sett á stovn.

Hvast orðaskifti er um málið, sum fyri aðru ferð fær 3. viðgerð í løgtinginum. Bæði Heðin Mortensen og andstøðan hava víst á, at so seint sum klokkan 8:45 í gjárkvøldið fekk løgtingið eitt notat úr Danmark, sum er yvir 100 síður langt, við upplýsingum um hetta málið. Tingfólk hava ongan møguleika havt at nærlisið notatið.