Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin Mortensen: Landsbankin smakkar mær illa

Helgi Abrahamsen

Tá uppskotið um Landsbanka og Váðaráð kom til 3. viðgerð á tingfundinum sum byrjaði klokkan 11, var Heðin Mortensen fyrstur at taka orðið.

Tá uppskotið um Landsbanka og Váðaráð kom til 3. viðgerð á tingfundinum sum byrjaði klokkan 11, var Heðin Mortensen fyrstur at taka orðið. Hann setti nógvar spurningar viðvíkjandi uppskotinum og segði, at tað at endurstovna Landsbankan smakkaði honum illa.

Spurnartekin er seinastu dagarnar sett við, um Heðin Mortensen fer at taka undir við uppskotinum, millum annað fyri at vísa sína misnøgd við Tjóðveldi og Framsókn, sum hava koppað honum úr borgarstjórasessinum í Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen segði ikki beinleiðis, um hann fer at atkvøða fyri uppskotinum. Tá málið var til 2. viðgerð varð tað samtykt við bara einari atkvøðu í meiriluta. 


Harleywoodpaint