Heðin Mortensen tók orðið í løgtinginum fyri løtu síðani og helt, at Norðoya tingmenninir máttu broyta kós, tí teir bara arbeiddu lokalt í løgtinginum.
Heðin Mortensen tók orðið í løgtinginum fyri løtu síðani og helt, at Norðoya tingmenninir máttu broyta kós, tí teir bara arbeiddu lokalt í løgtinginum. Hann vísti á, at eitt nú Suðuroyartingmenninir ikki arbeiddu á sama hátt.
Heðin Mortensen hevði viðmerking undir viðgerðini um nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík. Hann gjørdi eina viðmerking til Bjørn Kalsø og spurdi, um Bjørn Kalsø bara var valdur inn fyri Klaksvík, ella um hann var valdur inn fyri allar Føroyar. Tá kom látur í tingsalin. Bjørn Kalsø svaraði, at hóast hann var ímóti einum valdømi, so var hann valdur fyri allar Føroyar. Hann vísti á, at Heðin Mortensen alment hevði sagt, at hann arbeiðir fyri Tórshavnar Kommunu í løgtinginum. Men hann kundi ikki veita nakra trygd fyri ikki at nevna Klaksvík aftur, nú eitt mál um nýggjan húsarhaldsskúla var fyri.
Viðgerðin um húsarhaldsskúlan endaði stutt aftaná. Nú eru tveir fyrispurningar eftir fyri tingfundin í dag.




