Frá álítandi keldum í Javnaðarflokkinum hava vit fingið vátta at løgmaður ferð at seta Heðin Mortensen í starvið sum landsstýrismann í samferðslumálum. Avgerðin er tikin á fundi í Javnaðarflokkinum.
Á heimasíðuni hjá Løgtinginum, stendur hetta um nýggja landstýrismannin:
Føddur: 07.04.1946
Foreldur: Eli og Ethel Mortensen
Hjúnafelagi: Hjørdis Egholm Mortensen
Børn: Elin Heðinsdóttir Joensen, Ann Heðinsdóttir Mortensen, Guðrun Heðinsdóttir Mortensen og Eirikur Heðinsson Mortensen
Útbúgving: Mekanikari, bilsýnsmaður og tryggingarmaður
Álitisstørv: Borgarstjóri. Formaður í Kommunufelag Føroya, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, SEV, Føroya Handilsskúla og Løgtingsmaður frá 1. september 2015.



