Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heðin Mortensen sagt Ewald Kjølbro úr starvi

John William Joensen

Tað kom púra óvart á stjóran í Landsverk, Ewald Kjølbro, sum var staddur á fundi við starvsfólk tá hann fekk boð um uppsóknina.

Tað hevur verið stórt trýst á landsstýrinum at plasera ábyrgd í samband við óheimilaðu peninganýtsluna á Glæsir. Løgmaður hevur parkera málið um politiska ábyrgd í Løgtinginum, men í morgun tók Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum stig til at plasera ábyrgd burtur frá politiska mynduleikanum.
 
Norðlýsið frætti stutt eftir kl. 8 í morgun at stjórin í Landsverk var uppsagdur og kl 9:47 sendu vit Ewald Kjølbro ein sms og spurdu um hetta.
Hann svarar lítla løtu seinri at hann einki hevði frætt um hetta og at hann annars var staddur í Eysturoynni á fundi við starvsfólk hjá Landsverk.
 
Men einans tíggju minuttir seinri fekk Ewald Kjølbro boð um uppsøgnina.
 
Gjørt fráfaringaravtalu
Sambært tíðindaskrivinum hava Ewald Kjølbro og Samferðslumálaráðið í felag avgjørt at enda samstarvið.
Orsøkin er byggimálið Glasir.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum fer skjótast møguligt at seta fyribils stjóra at røkja uppgávur stjórans á Landsverki, stendur í tíðindaskrivinum frá Heðini Mortensen.