Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin og Alti dagsins menn

John William Joensen

Sum so ofta fyrr á heimavølli, so megnaðu Føroyingar at skapa sær málmøguleikar men framman fyri málinum vóru vit tannleysir

Einki eitur eitt heiðurligt tap, tí eingin heldur til at tapa. Ùtrykkið heiðurligt tap, kann ikki brúkast longur, føroyingar vilja hava meira og so er spurningurin hvørjar møguleiakr vit hava.
Vóru vit hepnir móti Íralandi á Tórsvølli mikukvøldið, so høvdu vit í minstalagið fingið javnleik, men aftur hesuferð mugu vit staðfesta at Føroyingar einki fáa burtur úr hóast teir langar løtur í dystinum høvdu rættuliga gott spæl.

Okkara menn vóru bestir
Tað vóru fleiri á Føroyska liðnum sum spældu framúr væl, men tað okkara menn høvdu munin.
Heðin á Lakjuni stríddist óført og tað var um reppið at hann ikki kom á máltalvuna.
Atli Danielsen var fluttur aftur í verjuna og hann var álitismaðurin, sum við síni róligu og føstu medferð, megnaði at halda Írar frá fatinum stóran part av dystinum.

Vit mugu fáa mál
Hugburðurin til dystin móti Írlandi var munandi betur enn móti Sveis, men aftur mugu vit staðfesta at tá vit koma til málmøguleikar eru vit ikki nóg kaldir.
Ein spurningur sum hongur við er hvønn mun Todi hevði gjørt, men tað er eingin ivi um at so leingi landsliðsvenjararnir halda honum burturi frá landsliðnum fáa vit einki svar upp á henda spurning.
Niðurstøðan er tó at vit kunnu als ikki vera nøgdir við at tapa á heimavølli, serliga ikki tá mótstøðuliði – í hesum føri Írar – spæla so illa sum teir gjørdu.
Eg farið ikki aftur at brúka orði heiðurligt tap, tí tað kann als ikki brúkast longur.
– Hinvegin eri eg sera skuffaður at Føroyar taptu móti einum liði sum als ikki livdi upp til tað støðu tað annars hevur við stjørnum á nærum øllum plássum.
Venjararnir skulu hava rós fyri at vit spældu ein betri dyst móti Írlandi enn móti Sveis men teir hava hinvegin beinleiðis medábyrgd av at føroyska álopið í løtuni er tannleyst. Fyrsta treytin fyri at fáa góð úrslit er at gera mál, og tey eru nú vorðin sum lundi á jólanátt.
 
 
jwj