Heðin á Lakjuni hevur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ, og sáttmálin hevur við sær, at Heðin spælir fyri KÍ næstu tvey kappingarárini.
29 ára gamli Heðin á Lakjuni telist millum teir royndu spælararnar í hópinum hjá KÍ, og seinastu kappingarárini hevur hann verið liðformaður á liðnum.
Heðin var við á KÍ-liðnum, sum í 1999 vann føroyameistaraheitið, og tá ið hann seinni spældi fyri B36 og HB gjørdist hann eisini føroyameistari við teimum liðunum. Í 2005 kom Heðin aftur til Klaksvíkar at spæla, og hann hevur spælt við KÍ síðani. Heðin kom á landsliðið í 1999, og hann hevur spælt 15 A-landsystir og skorað eitt mál.
Á heimasíðu sínari, www.ki.fo, fegnast KÍ um, at tann arbeiðssami og kviki Heðin á Lakjuni heldur fram í felagnum.




