Kemur Heðin á Lakjuni á vøllin móti Skála, so er tað hansara landskappingardystur nummar 400 í bestu deildini.
Kemur Heðin á Lakjuni á vøllin móti Skála, so er tað hansara landskappingardystur nummar 400 í bestu deildini.
Heðin hevur umboðað KÍ, HB, B36 og NSÍ í bestu deildini. Seinastu tíðina hevur Heðin drigist við ein skaða, men sum skilst er møguleiki fyri, at hann spælir móti Skála. Kemur hann á vøllin, so verður tað hansara dystur nummar 400 í landskappingini í bestu deildini. Hann hevur higartil skorað 97 mál.
Heðin er millum leikararnar í føroysku kappingini, sum hava spælt flestar dystir. Aðrir leikarar við nógvum dystum kunnu nevnast: Egil á Bø (404) og Fróði Benjaminsen (382). Sostatt er Heðin í løtuni – og kanska fyri allar tíðir ? – tann leikarin í Effodeildini við næstflestu dystum.
KÍ og Skála spæla í dag kl. 17.00 í Klaksvík.
Kelda: FaroeSoccer




