Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hegga var nøgdur við størsta partin av dystinum

Jákup Ósá

Hegga Samuelsen, venjari hjá U15 landsliðnum hjá Føroyum, var væl nøgdur við stórar partar av dystinum hjá føroyska U15 landsliðnum móti Sveis.

Sveis vann 4-1 í U15 landsdystinum móti Føroyum í kvøld. Dysturin var spældur í góðveðrinum í Klaksvík. Hóast tap, so vísti føroyska liðið góðar taktir til tíðir við góðum tekniskum spæli. Hegga Samuelsen er venjari hjá liðnum saman við Eli Hentze, og hann var nøgdur við mesta partin av dystinum.

– Leikararnir hjá okkum stríddust fyrimyndarliga væl. Tað var tað, sum vit væntaðu av teimum og hetta loystu teir. Teir eru ikki vanir við at spæla undir so stórum trýsti, men eg haldi, at teir komu væl frá uppgávuni hóast alt. Vit spældu væl fram til teir skora til 1-0. Men so gongur bara ein minuttir, so skora teir aftur og í einar fimm minuttir hasa løtuna sløknar kontaktin hjá okkum. Men so koma vit út til seinna hálvleik, og tað sær rímiliga gott út tá eisini, sigur Hegga Samuelsen.

Hann sigur, at føroyska liðið leggur dent á at spæla fótbólt og hava bóltin.

– Vit skulu helst royna at hava bóltin so nógv sum vit klára og ikki bara gyppa vekk. Vit royna at tora at spæla fótbólt og skapa møguleikar. Vit satsa uppá leikarar, sum eru góðir við bóltinum, sigur Hegga sum heldur, at talan var um eitt liðavrik hjá føroyska liðnum.

Venjarin helt eisini, at tað vóru frálíkar umstøður í Klaksvík til dystin.

– Her var fínt. Umstøðurnar vóru optimalar á øllum økjum, so hetta var stuttligt, sigur Hegga Samuelsen at enda við Norðlýsið.