Munnligur fyrispurningur til løgmann, viðvíkjandi støðuni við ongum radara til eftirlitið við føroyska loftrúminum.
Munnligur fyrispurningur
til
Jóannes Eidesgaard, løgmann.
Viðvíkjandi støðuni við ongum radara til eftirlitið við føroyska loftrúminum.
1.
2.
3.
4.
Viðmerkingar:
Setti spurning til løgmann í november í fjørð um hvørja ætlan Føroya Landsstýri hevði við radarstøðini á Sornfelli, tá hon varð afturlatin á nýggjárinum. Um tað ikki var hóskandi at vit í Føroyum sjálvi kundu reka radarstøð, og hava okkara egna eftirlit við føroyska loftrúminum, og lovaði løgmaður at loysn var funnin á málinum tá radarin var sløktur á nýggjárinum.
Sjálvt um løgmaður váttaði at loysn skuldi finnast á málinum, frættist í Útvarpi Føroya at onki radar eftirlit er við føroyska loftrúminum, og at tað er til bága fyri ferðsluna loftvegis til og úr Føroyum.
Sum eg vísti á í fyrra fyrispurninginum hevði høvi verið at fingið hetta eftirlit á føroyskar hendur nú, og vit kundu lagt okkara egnu ætlanir fyri hvat okkara loftrúm kann nýtast til og hvussu eftirlits uppgávan skuldi røkjast í framtíðini.
Ein sera aktuellur spurningur í sambandi við ábyrgdina av eftirlitinum við loftrúminum er eisini støðan til ólógligan fanga flutning ígjøgnum føroyskt loftrúm, har eg haldi tað hava sera stóran týdning at kunna seta mark fyri hvat ber til hjá okkum og hvat ikki ber til, einans við ábyrgd av og eftirliti við egnum øki kunnu vit vera vís í at tað eru føroysk áhugamál sum vera røkt og ikki hernaðar áhugamál hjá fremmandum tjóðum.
Við vón um at Føroya løgmaður sær álvaran í hesum málið, og vil taka ítøkilig stig at loysa tey, seti eg fram fyrispurningin.
Á Miðalsbrekku 22. januar 2007
Heidi Petersen, løgtingskvinna.
Tjóðveldisflokkurin.




