Amarant ger serstakar KÍ othello køkur í morgin
Tað er lítið at ivast í hvat prátið fer at snúgva seg um í kaffistovunum í morgin. Framúr flottu úrslitini hjá KÍ, har bæði kvinnurnar og menninir hava vunnið FM, gera at nógv er at tosa um.
Uppi í Amarant spenna tey seg út og gera serstakar KÍ Othello køkur, sum til ber at keypa í morginárini.
Hesar køkur munnu fara at síggjast í mongu kaffistovunum. Vit kunnu avdúka at í kaffistovuni hjá okkum verða slíkar køkur at fáa og øll eru vælkomin forbí á Norðlýsinum til eitt gott KÍ FM prát



