Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heiðurskonsert fyri Alex Sólstein í dag

Varpið – Myndir: Dávur Winther og Leivur Thomsen

Í samband við at Alex Sólstein, mikudagin 1. oktober helt sín 95-ára føðingardag, fer klaverleikarin, Jóhannes Andreasen í dag at spæla eina serstaka heiðurskonsert í Varpinum fyri Alexi.

Heiðurskonsertin verður í dag sunnudagin 5. okt. kl.16 í Varpinum.

Á skránni er vakur klavertónleikur eftir tveimum av yndis-tónaskøldunum hjá Alexi, nevniliga Mozart og Schubert.

Tiltakið er alment og ókeypis, og neyðugt er ikki at bíleggja pláss í salinum.

Ein drekkamunnur verður boðin eftir konsertina.

Kom og heilsa uppá Alex!

Stóra tøkk til Klaksvíkar Kommunu, ið hevur stuðlað heiðurskonsertini.