Leygardagin 9. apríl klokkan 16 hevur Heilafelagið aðalfund í AB-húsinum á Argjum.
Skráin er sambært viðtøkum felagsins:
1. Val av orðstýrara
2. Ársfrágreiðing felagsins
3. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar
4. Áseting av limagjaldi fyri komandi ár
5. Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara
6. Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár
7. Innkomin mál
8. Ymiskt
Fyri vali hesa ferð standa:
Maud Wang Hansen, forkvinna
Estur Lognberg, kassameistari
Jógvan Telling, nevndarlimur
Helena Fríðheim, tiltakslimur
Limir sum hava mál at leggja fyri aðalfundin skulu lata nevndini tey í seinasta lagið tann 26. mars 2016.
Endamál:
Endamálið hjá Heilafelagnum er at styrkja um møguleikarnar fyri skjótari viðgerð og endurvenjing og at stuðla royndum, sum hava til endamáls, og harvið at minka um fylgjurnar og betra um lívskorini hjá teimum, sum eru rakt av apopleksi og afasi.
Kunning er ein týðandi táttur í fyribyrgingini, eins og leikluturin at stuðla raktum og teirra avvarðandi er sera týdningarmikil. At kunna og ráðgeva um stuðul, skeið og aðra hjálp er sambært viðtøkunum eisini ein viðkomandi leiklutur hjá nevndini eins og luttøka í tí tjóðskaparliga, norðurlendska og altjóða samstarvinum.
Almenn heilsa, fyribyrging eins og endurbúgving eru av allar størsta týdningi.
100 fólk verða árliga rakt
Sambært hagtølum verður mett, at í Føroyum verða umleið 100 fólk árliga rakt av blóðtøppi í heilanum, heilabløðing, vanlukku ella av øðrum orsøkum fáa skaða á heilan.
Ein stórur partur av teimum, sum verða rakt, missa heilt ella lutvíst tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Umframt hetta, so verður øll familjan hart rakt av broyttu lívsstøðunum og tað er ikki sørt at tabu eisini er rundanum fylgjurnar av at fáa ein heilaskaða.




