Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilafelagið skipað seg

Danial Viðoy

Tíðindaskriv frá Heilafelagnum mai 2016:

Á nevndarfundi í dag hevur nevndin í Heilafelagnum skipað seg. Ongar broytingar eru gjørdar í ábyrgdarbýtinum hjá ymsu nevndarlimunum, sum øll vóru afturvald á aðalfundinum, tann 9. apríl.

Sostatt er Maud Wang Hansen, framvegis forkvinna, Emil Michelsen er næstformaður, Estur Lognberg er kassameistari, Ann Hovland og Jógvan Telling eru nevndarlimir. Fyrstvaldi tiltakslimur er Tove Johansen og næstvald er Suneva Davidsen.

Nevndin sær fram til tann 20. mai kl.13.30 tá MBF fyllir 35 ár. Her sær Heilafelagið fram til at hitta limir og onnur á okkara bási í Norðurlandahúsinum.

Í heyst skipar Heilafelagið fyri útferð fyri limum til Depilin í Skálavík. Umframt hetta verður eisini skipað fyri nøkrum felagstiltøkum. Til ber at kunna seg um tiltøk og annað á facebook, har Heilafelagið hevur eina almennan bólk.

Nevndin