Í samband við árliga vísindadaginin í Danmark, var virðisløn latin Morten L. Kringelbach, fyri einastanandi gott arbeiði viðvíkjandi vísindaligum samskiftið.
Morten L. Kringelbach gav út bókina Hjernerum ið á ein lættan hátt viðgerð evnir innan heilagransking. Hann er ein altjóða viðurkendur granskari, ið dagligar arbeiðir á University of Oxford, í Onglandi.
Í samband við handanina av virðislønini, varð sagt at Morten L. Kringelbach magnar at skriva um torgreiða vitan á ein kvalifiseraðan og hugtakandi hátt. Hetta ger hann samstundis, sum hann hevur eina vísindaliga yrkisleið á einum av heimsins førandi universitetum.
Morten L. Kringelbach er eisini kendur fyri at hava bygt brýr millum náttúruvísindaliga økið og listaliga økið.




