– Tá eg fór út, so helt eg, at støðan var 1-0 til okkum, men eg havi opinbart ikki verið klárur í høvdinum vegna ein samanbrest, sum eg fekk í 1-1 málinum. Tað sigur KÍ málverjin Meinhardt P. Joensen.
Tá 27 minuttir vóru leiktir í gjár, bleiv KÍ málverjin Meinhardt P. Joensen skiftur út. Í eina løtu høvdu lækni, dómari og onnur tosað við hann, og so bleiv hann útskiftur. Tað vísir seg nú, at Meinhardt fekk heilaskjálvta í støðuni, tá Adeshina Lawal javnaði til 1-1 lítla løtu frammanundan.
– Eg minnist alt frá dystinum fram til 1-1 málið, men eftir tað vísir tað seg, at eg ikki var heilt klárur í høvdinum. Eg minnist, at eg geri eitt mistak í støðuni, men royni so at fáa fatur á bóltinum aftur og í tí havi eg fingið ein stoyt av onkrum slag inná vangan, og eftir tað dugi eg at síggja nú, at eg ikki var heilt klárur í høvdinum. Eg hugsaði, at Hørður (H. Askham, blaðm.) hevði vart fyri í støðuni og at bólturin fór í spæl aftur. Eg visti ikki, at støðan var 1-1. Síðani minnist eg, at eg gav dómaranum boð um, at eg hevði trupult við eygunum við at síggja. Men eg hevði ikki skrásett, at støðan var blivin 1-1. Á sjúkrahúsinum seinni fekk eg at vita, at støðan var 1-1 og seinni at vit taptu 2-1, men eg fann ikki útav fyrr enn seint í gjárkvøldið, at fyrra málið var komið ígjøgnum, meðan eg var inni, sigur Meinhardt P. Joensen í dag beint eftir, at hann var blivin útskrivaður frá sjúkrahúsinum.
Hevur tað gott í dag
– Læknin kom inn og kannaði ymiskt. Tá klárnaði eg eitt sindur og so hugsaði eg at spæla víðari. Men læknin helt ikki, at eg skuldi spæla víðari, og tá eg sá, at eg skuldi skiftast út, so bleiv eg glaður, tí eg var ikki førur fyri at spæla. Eg eri útskrivaður í dag og havi fingið boð um at binda frið komandi dagarnar. Men eg føli meg væl og eri frískur nú. Tó má eg lurta eftir læknum og binda frið so leingi, sum eg fái boð um. Eg vóni at sleppa í gongd aftur at venja seinni í hesi vikuni ella í síðsta lagi í næstu viku, men tað má tíðin vísa, sigur Meinhardt P. Joensen við Norðlýsið.




