Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heildarætlan fyri Barna ansingina í Klaksvíkar kommunu

John William Joensen

Í seinastu viku opnaði ein nýggjur útibarnagarður í Haraldssundi, stovnurin er ein partur av Mylnuhúsinum.

Í fyrsta lagi vera 20 børn í útibarnagarðinum, nøkur av teim elstu børnunum í Mylnuhúsinum og nøkur av bíðilistanum. Tey ið fara út úr Mylnuhúsinum geva so pláss til onnur av bíðilistanum.


Mál ansingartrygd í Klaksvík.
Samgongan setti sær fyri, tá ið hon tók við fyri trimum árum síðani, at loysa barnaansingartrupuleikan eina ferð fyri allar. Bíðilistin tá ið vit tóku við í 2000 var áleið 230 børn, aftrat hesum koma øll tey ið hava skrivað seg upp í tey trý árini síðan tá. Hesa tíðina er eisini hend tann broyting, at øll børn ið eru fødd ávísa árið vera uppskriva, tað hevur ikki verið vanligt og tað er ein av orsøkunum til at bíðilistin minkar seinni enn væntað.Vit hava hesi árini fingi fleiri stovnar, Blákolluna á Kjalarvegnum, Útibarnagarðin Fjallafípan og øking av dagrøktini. Eisini er frítíðarskúlin øktur, so øll ið ynskja pláss har higartil hava fingið pláss.

Mál fyri ansing.
Klaksvíkar kommuna hevur ikki bara sum mál at nøkta allan tørvin í kommununi, vit hava eisini nøkur mál fyri at geva bestu umstøður og dygd í teimum ansingartilboðum ið vit bjóða borgarnum.
Dagrøktin skal fyrst og fremst hýsa teimum smærru børnunum ( 1-3 ár). Vit viðurkenna at dagrøkt er eitt fullgott alternativ til stovnspláss og tí er nógv orka nýtt til vegleiðing og at skapa dagrøktini góðar karmar. Spælistova er eisini útvega, hóast hon kundi verið stórri og haft betri umstøður uttanum, so er hon eitt stig rætta vegin.
Fyri at foreldur skulu hava ein valmøguleika vilja vit eisini hava eitt ávíst tal av vøggustovuplássum. Fyri barnagarðsbørn leggja vit eisini dent á valmøguleikar millum vanligan stovn og útibarnagarð, tí vit síggja stórar og positivar avbjóðingar fyri børnini at ganga í útibarnagarði.

Heildarloysn.
Sosiala umsiting hevur fingið til uppgávu at koma við einum uppskoti til heildarloysn nú í vár. Henda loysn inniber, at vit kanna møguleikar bæði fyri at økja um dagrøktina og fáa fleiri stovnspláss. Øll skipanin verður eftirkannað. Tað er givið, at skal ein heildarloysn peika inn í framtíðina, m.a í mun til fasta sambandi, so má bygging av einum stovni setast út í korti í 2005 ella í seinasta lagi í 2006. Røkka vit hesum málinum, so hevur Klaksvíkar Kommuna ikki fyri neyðini at smæðast burtur, tá ið tað kemur til ansingartilboð.

Eyðgunn Samuelsen,
formaður í Sosialu Nevnd