Soleiðis ljóðar skilagóða greinin í Norðlýsinum 22.01 2018. Skrivað av Magnus Magnussen kommunulækna í Klaksvík. Og ikki kann eg siga annað, enn eg eri so fullkomiliga samdur við honum. “Hví broyta nakað sum riggar til fulnar?” Ja, tað er óskiljandi og fullkomiliga hol í høvdi.
Sum býráðslimur í 4 setur frá sjeytiárunum og áttatiárunum – hevði eg tann framíhjárætt, at vera við í bygginevndini fyri Norðoya Røktarheim, og eftirfylgjandi formaður í stýrinum fyri stovnin “Norðoya Røktarheim” í nøkur ár.
Eitt tað fyrsta vit samdust um, var at gjøgnumganga byggiætlanina saman við læknunum, tí heimið skuldi jú byggjast fast í verandi Klaksvíkar Sjúkrahús, men her kom beinanvegin til sjóndar, at læknar – og serliga Gordhan Rajani – mælti uppá tað harðasta frá, at bygdar vóru 6 hæddir – harav ein skuldi vera “Læknamiðstøð.” Av tí einføldu orsøk, at ein læknamiðstøð ikki hoyrir saman við einum sjúkrahúsið, og orsøkirnar vóru fleiri, m.a, at tað komu at vera alt ov nógvur ófriður á sjálvum sjúkrahúsinum.
Úrslitið eftir at hava tosa við avvarðandi politisku myndugleikar var, at tann eina hæddin ætlað til læknamiðstøð, var tikin úr byggiætlanini, tí nýggj nýmótans læknamiðstøð skuldi byggjast “Við Sandin” sum eisini gjørdist veruleiki, og hevur rigga til fulnar. Mett verður, at av teimum sum dagliga vitja læknamiðstøðina, fara umleið 70% á apotekið – restin fer til blóðroynd – Røntgen ella fysioterapi á sjúkrahúsinum ella privata terapi í býnum. So útfrá hesum er tað fullkomiliga hol í høvdi at gera Røktarheimið á Sjúkrahúsøkinum, til Læknamiðstøð, og Læknamiðstøðina til Røktarheim.
Sum er, er tað alt ov trongligt á Sjúkrahúsøkinum – nýggi millum bygningurin er felags inngongd til bæði Sjúkrahús og Røktarheimið, og tað er fyri so vítt ílagið – men á Røktarheiminum eru eisini goymslurúm hjá sjúkrahúsinum – matstova – 6 tímar stovur – felagshøli – Kapell og skifti hølir hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Uttanum eru parkeringsviðurskiftini av teim allar vánaligastu,soleiðis at hópin av bilum standa óløgliga parkeraðir. Í ávísum førum – til dømis við jarðarferð sita fólk bæði í kapellinum og úti á gongini – ja enntá eftir trappu trinunum upp til Røktarheimið. Hetta er støðan í dag, og hon verður mangan verri, tá eisini kommunulæknarnir verða kroystir inn har at vera.
“Eg má harðliga tala at nógvum av tí, sum sagt verður um okkum, sum starvast í læknamiðstøðini, og um okkara framtíðar arbeiðsmøguleikar í hesum gamla røktarheimið. At leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið yvirhøvur átekur sær so nágreiniliga at stinga út í kortið, hvussu kommunulæknaviðtalan í Klaksvík framyvir skal skipast í hesum gamla røktarheimið, er mær ein gáta, og tað er heldur ikki smávegis, sum tey eru braneggja. Mær vitandi, so hevur leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið ongan læknafakligan førleika til at meta um hesi viðurskifti, ella nakra vitan um, hvussu ein nútíðar kommunulæknaviðtala arbeiðir. Og her gongur sjón fyri søgn. Hendan “Heildarætlan” er so á tremur við skeivum uppáhaldum og væntandi vitan um, hvussu ein nútíðar kommunulæknaviðtala arbeiðir, at tað er heilt grátuligt. Hví byrja við at bróta niður tað, sum riggar? Vit hava eina vælvirkandi Læknamiðstøð í mun til nógv onnur økir í Føroyum. Hví ikki byrja har, sum tørvurin er størstur, og ongin serbygd læknamiðstøð er ?? (Sitat – Magnus Magnussen.)
Eg eri so heilt og púra samdur við Magnus Magnussen um hesi viðurskiftir – tað einasta rætta er – at byggja eitt vet uppí verandi læknamiðstøð – soleiðis at tað verður pláss fyri einum kommunulækna aftrat – tá hava vit bestu læknamiðstøð í Føroyum, við hópin av góðum parkering plássum og góðum læknum.
Vónandi fer Landstýriskvinnan og Borgarstjóri okkara, at taka til eftirtektar tað sum er gott – og ikki nýta milliónir og aftur milliónir til nakað sum er púra óneyðugt, tí tað verður tíverri alt ov ofta gjørt, og tá serliga í góðum fíggjarligum tíðum, tá ein eigur at spara upp til komandi rakár?



