Tað byrjaði við einum amerikonskum kavbáti, so einum afturat, síðani einum herskipi, ið skuldi skifta manning út í Føroyum, og áðrenn vit vistu av, vóru ikki færri enn seks herskip í Føroyum. Nú er so aftur fleiri NATO-skip tætt við Føroyar, hesaferð 9 í tali, m.a. týsk krígsskip sum tað á myndini.
Tað kann undra, at Føroya fólk ongantíð verður kunnað, tá NATO-skip eru í føroyskum sjóøki. Tá talan er um venjingar og friðarlig ørindi annars, er ikki nøkur orsøk til, at almenningurin ikki skal vita um tað. At tað verður hildið loyniligt, tá endamálið er verja ella álop, er væl skilligt, men at vit ongantíð fáa nakað at vita, ger, at fólk fara at stúra fyri, at skipini eru í okkara sjóøki av krígsávum.
Ikki minst tá talan er um so mong krígsskip sum nú.



