“Remember, despite all the current events, there is no crying in baseball.” sigur Hanks við eini linju úr filmi sínum A League of Their Own – minnist til, at óansæð umstøðurnar sum ganga fyri seg í løtuni, ber ikki til at gráta tá tú spælir basebólt.
Tom Hanks varð staðfestur positivur fyri Covid-19, meðan tey vóru í holt við filmsupptøkur í Australi, har hann innspældi ein ævisøguligan film um Elvis Presley. Hann er farin í karatenu saman við konu sínu, Rita Wilson. Filmsupptøkurnar eru eisini steðgaðar fyribils.
Sum heild letur hann væl at, serliga at hvussu væl australiarar fara við honum og konuni. Bæði Tom og konan eru 63-ára gomul og tí ikki heilt ung longur. Tey nærkast einum aldursbólki, sum Coronavirus kann vera vandamikið fyri. Men Tom letur væl at og sigur “We are taking it one day at a time”, vit taka tað ein dag í senn.
Tom Hanks brúkti høvið til at koma við áheitan á fólk um at gera alt tey kunnu fyri at avmarka spjaðingina og ansa eftir hvørjum øðrum. Hann heitir á fólk um at fylgja tilráðingum frá serfrøðingum og við at hjálpa hvørjum øðrum.
Heilt gott hevur hann tað ikki. Tom Hanks sigur at hann følir seg troyttan, ilt í kroppinum, og konan hevur skjálvtar og mildan fepur. Hanks hevði annars tikið alskyns fyrivarni fyri ikki at fáa sjúkuna, men endaði so kortini við at fáa hana.



