Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsan frá Klaksvíkini til Svínoynna?

Oliver Joensen

Er jóla og nýggjársheilsanin frá Klaksvíkini til Svínoynna.
35% meira í kommunuskatti og ein brotnan samanleggingarsáttmála?

Skaldið tekur soleiðis til tá tað harmast um lagnuna, sum Dímunarseyðurin fekk á sinni

Tykir mær tað harmiligt at fara so um fæ
Fyrsta seyð í Føroyum var meg listi enn at sæð.

Í dag tykist tú ”Klaksvík tú Norðoya móðir” at vera svong. Er ætlanin at taka áseyðin av í Svínoy? Verður hildið at hann hevur tað betur tá hann hongur á ásini, ella tá bitin er svølgdur?

Vóni tað ikki.

Álitisbrot og sáðan av mistresti er ikki vegurin fram. Tað sum brúk er fyri er einum slóðara sum kann leiða fylgini fram, ikki minst tað avskorðna fylgi á Svínoynni, soleiðis at lagnan ikki verður eins og tann hjá Dímunarseyðinum.

Í Svínoy bleiktra ljósini veikt í fleiri húsum, meðan onnur eru slóknaði, men satt er, lítil neisti kann birta bjartan loga, tí er tað altavgerðandi at blásibjólgurin gevur tann rætta íblásturin.

Góða eydnu við tí.

Svínoy 12. januar 2009

Jógvan Edmund á Geilini